Vilja hava veitslu í Gundadali

B36 hevur enn síni silvurmerki at spæla fyri, meðan tað hjá HB verður fyrsta árið síðani 1999, at felagið ikki vinnur heiðursmerki í bestu deildini.

Hetta tykist tó ikki skala lagið hjá fjepparaskarðunum hjá feløgunum, sum bæði vilja gera nógv burturúr, nú fótbóltsárið hjá teimum endar við grannauppgerð.

HB-stuðlar og Red Lions skipa fyri dystinum fyri upphiting í HB-húsinum, og byrjar hendan klokkan 13.

White Tigers, sum B36-fjeppararnir rópa seg, skipa eisini fyri upphiting, og byrjar hendan klokkan 12 á Manhattan.