Vilja hava vegleiðing til burka-forboð

Donsk løgreglufólk vilja hava betri vegleiðing til at handheva forboðið ímóti at fjala andlitið, sum kemur í gildi í morgin

Donsk løgreglufólk vilja hava betri vegleiðing til at handheva forboðið ímóti at fjala andlitið, sum kemur í gildi í morgin.

 

Umstrídda lógin kemur í gildi í morgin.

 

Øll pløgg ella lutir, sum fjala andlitið, verða bannað á almennum støðum. Tað kann vera burka, niqab, elefanthúgvur, húgvur, hettur, turrikløð, maskur, hjálmar, heilfjalandi draktir og leys skegg.

 

Í tí sambandinum hevur danska løgreglan fingið vegleiðingar um, hvussu løgreglufólk á gøtuni skulu handheva eina slíka støðu við fólkum við fjaldum andlitum í almenna rúminum.

 

Men vegleiðingin er ikki nøktandi.

 

Tað heldur Claus Oxfeldt, sum er formaður í Politiforbundet.

 

– Eg vóni, at vit eru væl fyrireikað, men eg eri eitt sindur óttafullur. Eg hevði væntað, at vegleikingarnar vóru meira nágreiniligar, sigur hann.

 

Vegleiðingin lýsir, hvussu løgreglufólk skulu meta um, hvørt tað ber til at síggja andlitið og lesa eygnabrá.

 

Um tú hevur eitt veruligt endamál at fjala andlitið, so er tað í lagi. Tað kann til dømis vera, at tú er til karneval. Men tað er ikki í lagi, um tú ert á veg til ella frá einum slíkum gildi.

 

Men Claus Oxfeldt frá Politiforbundet heldur, at tað eru nógvur ótryggleiki í sambandi við uppgávuna, sum tað sær út nú.

 

– Vit vildu fegin, at tað fóru fleiri dømi í vegleiðingini, so tað var týðuligari, nær tað er revsivert, og nær tað ikki er.

 

Ætlanin er, at millum annað Rigspolitiet og Politiforbundet fyrst í september skulu seta seg niður at eftirmeta uppgávuna.

 

Um tú brýtir lógina um fjalingarforboðið, so fært tú fyrstu ferð eina bót upp á 1.000 krónur. Aðru ferð hækkar bótin til 2.000 krónur, síðani 3.000 krónur, og í fjórðu syftu er bótin 10.000 krónur.

 

/ritzau/