Indiánarnir í Brasil eru av álvara farnir at blanda seg upp í politikk. Á kommunuvalinum herfyri fingu flokkar hjá indiánunum umboð í meiri enn 100 av teimum 5600 kommunustýrunum, og tað er nógv meiri enn á valinum fyri fýra árum síðani.
Agnaldo Xukuru, sum er valdur í eitt kommunustýri í landnyrðingspartinum av Brasil, sigur við Aftenposten, at higartil hava indiánarnir í Amazonas-økinum dúvað upp á hjálp og stuðul frá útlendskum vælgerðarfelagsskapum. Nú er tíðin komin til, at indiánarnir taka sær av sínum áhugamálum, sigur hann og leggur afturat, at í fyrsta umfari fer hann at virka fyri betri skúla- og heilsuviðursiftum í teimum indiánsku økjunum.
Tá portugisar komu til Brasil fyri 500 árum síðani, búðu umleið seks milliónir indiánar har, men í dag eru teir bara 740.000 í tali. Teir eru býttir sundur í 250 ættarbólkar, og teir tosa 170 ymisk mál.