VINNA: Og í blaðnum í dag hevur formansskapurin í Tórshavnar kommunu eina tíðargrein, har mælt verður til eitt tætt samstarv um eina tílíka ætlan. Greinin er søgulig, tí hon er skrivað av borgarstjóranum og báðum varaborgarstjórunum í felag – tvs. av umboðum fyri bæði samgonguna og andstøðuna í Tórshavnar kommunu.
- Vit, sum varða av skattakrónunum hjá borgarunum, skulu sjálvandi vísa ábyrgd og tryggja, at so nógv sum tilber fæst fyri hvørja teirra. Men vit vísa eisini ábyrgd, tá vit bretta upp um armar til tess at fáa nýggjan vøkstur og nýggjar skattakrónur, siga borgarstjórin og báðir varaborgarstjórarnir í felags tíðargreinini.
- Vit kunnu kenna núverandi støðuna sum eina so stóra hóttan móti okkum, at vit missa pippið og motivatiónina til at gera nakað. Ella vit kunnu halda avbjóðingina vera spennandi og lata hana inspirera okkara politiska og fakliga ítróttaanda. Vit kunnu enntá síggja brotið við gomul mynstur sum nýggjar og ótroyttar vinnuligar møguleikar. Í Tórshavnar kommunu ivast vit ikki í, at vit skulu leggja dent á avbjóðingarnar og møguleikarnar, skriva Heðin Mortensen, Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen.
Kappast við útlendskar metropolar
Formansskapurin vísir á, at allir flokkar í Tórshavnar Kommunu hava í fleiri ár arbeitt fyri at menna ein dynamiskan høvuðsstað við nøktandi barnaansing og góðum mentanartilboðum, ungdómsvirksemi, skúlum, ítróttaøkjum osfr.
- Eitt fjøltáttað samfelag við ríkum mentanartilboðum og góðum sosialum virðum er í nútíðar samfelagnum fortreytin fyri vinnuligari og búskaparligari framgongd. Tað er heilt einfalt hetta slagið av samfelag, sum dregur talentini til sín, og tað eru talentini, sum menna nýggjar eins væl og verandi vinnur, sigur formansskapurin í teirri óvanligu tíðargreinini.
- Vit mugu minnast til, at høvuðsstaðurin í hesi støðu ikki kappast við aðrar føroyskar kommunur, men við útlendskar metropolar sum Keypmannahavn, Århus, Reykjavík, Stockholm ella London, har nógvir føroyingar trívast væl og standa seg væl við góðum størvum.
Skipað vakstrarætlan
Sambært formansskapinum í Tórshavnar kommunu er neyðugt hjá øllum pørtum í kommununi at gera uppaftur meira, nú tað sansar at búskaparliga og fíggjarliga:
- Ítøkiliga kunnu vit staðfesta, at verandi vinnur hava sítt at dragast við. Harafturat er høvuðsvinnan eyðkend av nógvum handaligum arbeiði, ið sum kunnugt hevur lyndi til at flyta til fjarskotin lond. Tað allarversta er vandin fyri, at tær bestu talentirnar rýma av landinum, og at vit ikki fáa teir vælútbúnu og royndu útisetarnar við áræði og drívmegi heim aftur, verður sagt. Meira generelt ber okkum heldur ikki til at skáka okkum undan teimum greiðu vegleiðingunum frá bæði heimsmarknaðinum og vinnufrøðingum um, at vit mugu dúva upp á vitanartyngri og meira nýskapandi vinnur.
Høvuðsstaðarkommunan fer nú at ganga á odda við eini skipaðari vakstrarætlan. Býráðslimir úr øllum flokkum í býráðnum taka undir við arbeiðinum við vakstrarætlanini, og kommunan ætlar at samstarva við bæði vinnuna, arbeiðsmarknaðin, útbúgving, gransking og mentan.
Fríggjadagin hittust so nakrir vinnulívsleiðarar, fakfelagsleiðarar, fólk á vitanarstovnum og aðrir leiðarar saman við býráðslimunum og stjórum í Tórshavnar kommunu at seta skjøtul á arbeiðið.
Sí tíðargreinina á síðu 13.









