Vilja hava USA úr Afghanistan

Fyri fyrstu ferð halda flestu amerikanarar, at USA skal taka sínar hermenn úr Afghanistan sum skjótast. Í einari meiningakanning, sum Pew Research Center hevur gjørt, svara 56 prosent, at tey vilja hava eina skjóta afturtøku úr Afghanistan. Fyri einum ári síðani góvu 40 prosent sama svar.

Í teirri nýggju kanningini siga 39 prosent, at teir amerikonsku hermenninir eiga at verða verandi í Afghanistan, til viðurskiftini har eru vorðin trygg og støðug. Tað áskoðanina høvdu 53 prosent fyri einum ári síðani.

Í kvøld fer Barack Obama, forseti, at halda røðu, og tá fer hann at boða frá, nær USA fer undir afturtøkuna úr Afghanistan, og hvussu nógvir hermenn fara haðani í fyrstu atløgu.