- Russisk herfólk fara at halda fram við krígnum, til Ukraina góðtekur russisk krøv.
Tað sigur Kreml-talsmaðurin, Dimitrij Peskov, sambært Reuters.
Útsøgnin kemur samstundis, sum ukrainsk, russisk og amerikansk samráðingarfólk fara aftur til fundarborðið í royndini at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.
Men, sambært Kreml-talsmanninum vil Russland ikki geva seg, men heldur fast um síni krøv, um landið skal ganga við til eina friðaravtalu.
Ukrainskir myndugleikar hava áður víst aftur russiska kravinum um at geva frá sær landaøkir í Donbas, sum Russland enn ikki hevur megnað at tikið.
Ætlandi verða nýggjar samráðingar millum partarnar í Abu Dhabi, og sambært Reuters verða samráðingarnar millum londini tiknar uppaftur í dag.
Fyrsta umfarið í trípartasamráðingunum varð hildið um miðjan januar, og nú er so ætlanin, at partarnir skulu hittast aftur í royndini at fáa í lag eina friðaravtalu.











