Vestmannatunnil
Vestmenningar eru nú farnir til arbeiðis fyri at fáa tunnil ímillum Vestmanna og Leynar.
Bæði Vestmanna Bygdaráð og Heidi Petersen, løgtingslimur úr Vestmanna, eru nú farin at strongja á Løgtingið og landsstýrið fyri at tunnil gjørdan ímillum Vestmanna og Leynar.
Vestmanna Bygdaráð vísir á, at tað eru nú næstan tvey ár síðani, at kommunan fyrstu ferð heitti á landsins myndugleikar um at gera tunnil ímillum Vestmanna og Leynar.
Tá fekk bygdaráðið til svar, at Landsverk og Vinnumálaráðið arbeiddu við at gera eina yviskipaða ætlan fyri undirstøðukervið í Føroyum og at áheitanin um tunnil ímillum Vestmanna og leynar, skuldi viðgerðast í tí sambandinum.
Vestmanna Bygdaráð sigur, at nú eru tvey ár farin, men enn hevur onki verið at frætt um eina yvirskipaða ætlan og ei heldur hevur nakað verið at hoyrt um ein Vestmannatunnil.
Samstundis hevur nógv verið at hoyrt um aðrar tunnilsætlanir.
Nú heitir Vestmanna Kommuna sostatt einaferð enn á Landsverk um at fara undir at fyrireika ein Vestmannatunnil.
Fer í Løgtingið við málinum
Heidi Petersen, sum er tinglimur úr Vestmanna hevur somuleiðis tikið tráðin upp og hon fer nú at reisa málið um tunnil ímillum Vestmanna og Leynar í Løgtinginum.
Tí hevur hon nú spurt Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, hvussu gongur við hesi yvirksipaðu ætlanini fyri undirstøðukervið.
Í hesum sambandi vil hon eisini hava at vita, hvussu frammaliga ella aftarliga, Vestmannatunnilin er raðfestur í hesi yvirskipaðu ætlan.
Sostatt vil hon hava at vita, hvar í røðini yvir ætlaðar tunlar, at Vestmannatunnilin er.
Hon vil eisini hava at vita um nakrar fyrireikingar eru gjørdar við tí í hyggju at gera tunnil ímillum Vestmanna og Leynar.
Somuleiðis spyr hon landsstýrismannin, hvar hann ætlar at gera fyri at skunda undir eina slíka ætlan.
Seks kilometrar
Bæði Heidi Petersen og Vestmanna Bygdaráð vísa á, at tað er sera nógv ferðsla á vegnum ímillum Vestmanna og Leynar.
Samstundis er talan um eitt vegastrekki, sum er sera torført at koyra eftir í kava og vindi um veturin.
Teljingar hjá Landsverki vísa, at í 2004 koyrdi 1016 bilar um dagin til og úr Vestmanna. Hetta sama árið koyrdu 1015 bilar til og úr Vágum um dagin.
Vegastrekkið ímillum Vestmanna og Leynar er 12 kilometrar langt, men ein tunnil verður einar seks kilometrar langur, sigur Heidi Petersen.
Eftir ætlan, skal tunnilin fara í fjallið beint omanfyri Válin í Vestmanna og hann skal koma útaftur Frammi í Líð í Leynum, har undirsjóvartunnilin til Vágar kemur upp.
Heidi Petersen vísir á, at ein tunnil í millum Vestmanna og Leynar fer at hava við sær, at bæði arbeiðsfólk og vinnulív fáa munandi betri umstøður.
Í hesum sambandi vísir hon á, at um árið verða eini 6000 tons av fiski koyrd úr Vestmanna til Havnar til avskipingar og harafturat verða eini 3000-4000 tons av feskum fiski flutt til og úr Vestmanna um árið til virkingar.
Eisini fer ein Vestmannatunnil at hava við sær munandi sparingar í asfaltering, kavarudding og aðrari røkt, leggur Heidi Petersen afturat.
Eftir fyribils ætlanini skal tunnilin ímillum Vestmanna og Leynar fara inn í fjallið beint omanfyri Válin í Vestmanna og koma útaftur Frammi í Líð í Leynum, har undirsjóvartunnilin eisini kemur upp. Koyrivegurin er 12 kilometrar langur, men ein tunni verður seks kilometrar langur