Vilja hava Tryggingina út og fólk inn

– 70 íbúðir í staðin fyri skrivstovur hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Vit tosa við tryggingina, sigur borgarstjórin

– 70 íbúðir í staðin fyri skrivstovur hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

 

Tað var eitt av hugskotunum, sum komu fram á borgarafundinum, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri á Skúlanum við Løgmannabreyt mikudkvøldið.

 

Ein fundarluttakari helt, at býráðið átti at gjørt meira fyri at fáa fleiri fólk at búgva niðri í býnum. Luttakarin vísti á, at onkur hevur roknað út, at um Tryggingarfelagið Føroyar flytir úr øllum skrivstovuhølum sínum á Kongabrúnni og har um leiðir, so verður pláss fyri 70 íbúðum.

 

Heðin Mortensen loftaði hesum spurningin.

 

– Jú, hatta er eitt áhugavert hugskot, og faktiskt er hatta nakað, sum vit arbeiða við, og vit hava samráðingar við Tryggingarfelagið Føroya, segði Heðin Mortensen, uttan at útgreina nærri, hvussu konkretar hesar samráðingar eru – ella hvat endamálið hjá Tórshavnar kommunu er í hesum sambandi.

 

Tryggingarfelagið Føroyar og Føroya Lívstrygging halda til á nógvum matriklum við Kongabrúnna, í Erling Jalsgøtu og Krókabrekkuni í Havn. Tað eru bygningar, sum fyrr hýstu eitt nú Hotel Føroyum, Gjaldstovuni, Niels L. Arge, urmakara, Heimavirki, Hotel Føroyum, Dimmalætting, Sápuhúsið, Quillingsgarð, gomlu Smiðjuna hjá Wenzel Petersen og fleiri íbúðir. Tryggingarfelagið Føroyar eigur eitt nú stóra bygningin á Hálsi, sum í síni tíð varð bygdur til Føroya Brunatrygging. Tryggingin brúkar als ikki tann bygningin, men leigar hann út til tað almenan, sum brúkar hann til Almannaverkið.

 

Ljósa økið á myndini vísir økið, sum Tryggingarfelagið Føroyar og Føroya Lívstrygging nýta, og sum onkur heldur kundi hýst 70 íbúðum og harvið eini 200-300 íbúgvum.