Vilja hava tryggan veg til bygdina

Ábøtur eru gjørdar, men arbeiðið er so illa frágingið, at støðan er versnað

Kvívíkar Kommuna vil nú hava Løgtingið til at seta pengar av fyri at bøta um trygdina á vegastrekkinum ímillum Leynar og Skæling.

Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár hevur kommunan tískil heitt á Løgtingið um at játta pengar til endamálið.

 

 

Tey siga, at vegurin úr Leynum til Skælings er ikki tryggur, tí hann er so smalur, at tað er ringt hjá stórum bilum at møtast. Upp aftur verri er tað, at har eru so fá víkipláss, og hartl eru tey í ringum standi.

Umframt hetta er bilverjan eisini farin illa, og er hetta setir trygdina í vanda, heldur Kvívíkar kommuna.

Serliga er tað ótrygt hjá arbeiðsfólkinum hjá kommununi, sum grevur kava um veturin .

Tey vísa á, at summar varð arbeitt við at hampa um víkiplássið niðanfyri summarhúsøkið í Múlheiðum, men hetta arbeiðið er tó ógvuliga illa frágingið.

– Heldur enn at bøta um víkiplássið, so er planki settur upp, so plássið er verrið nú enn áður, sigur Kvívíkar kommuna.

Tí vil Kvívíkar Kommuna hava, at arbeiðið við at gera víkiplássið verður gjørt um aftur, so at tað kann brúkast til endamálið

Ein partur av vegastrekkinum upp á einar 150 metrar, eigur at verða breiðkað, og somuleiðis eigur bilaverjan til Skælings verður skift, so trygdin verður nøktandi áðrenn, vanlukka stendst av hesum, sigur Kvívíkar Kommuna