Dómarar
Mánakvøldið hevði fótbótlsdómarafelagið fund, har hendingin á Tvøroyri serstakt stóð á skránni.
Tað, sum serliga hevði ans í hesum, var, hendingin eftir dystarlok, tá dómarin var á veg inn í skiftisrúmið. Her staðfesta reglurnar púrasta greitt, at ein trygdargeiri skal gerast, soleiðis at áskoðarar ikki kunnu koma nær dómaranum, men tað sluppu tey á Tvøroyri. Úrslitið varð, at dómarin varð bæði sligin og sparkaður, og tað er ikki nakað, sum dómararnir vilja finna seg í.
Trupulleikar eftir dystin
Trygdarreglurnar vórðu settar í gildi fyri nøkrum árum síðani, eftir at ein linjuverji varð sligin í búkin í hálvlsleikssteðginum í einum dysti í Klaksvík. Ta ferðina var um reppið, at talan gjørdist um veruligt dómaraverkfall, tí dómararnir vildu ikki døma aftur, uttan at FSF hevði sett tiltøk í verk.
Síðani tá hava reglurnar verið til, men tað er tó langt ífrá altíð, at hesar verða hildnar. Í blaðnum í gjár staðfesti Dagfinn Olsen, formaður í Dómarafelagnum, at tað bara eru nøkur feløg, sum veruliga liva upp til krøvini.
Og ein annar trupulleiki tykist eisini at vera. Tað er nevnliga so, at dómararnir hava heimild til at nokta fyri at døma, um trygdin ikki er í lag. Men fleiri ferðir er tað so, at trygdarkrøvini verða fylgd undan dystinum - soleiðis at trygdarumboð er til staðar, tá dómarin kemur v.m. - og tí setir dómarin dystin í gongd. Men tá dysturin so er lokin, og dómarin skal fylgjast av vøllinum, er eingin at fylgja teimum út. Sum skilst, so var tað eisini júst hetta, sum hendi á Tvøroyri um vikuskiftið.
Tað er millum annað hetta, sum dómararnir nú vilja hava í rættlag. Og tí er útmeldingin, at teir nú vilja hava trygd fyri trygdini, áðrenn farið verður undir dómaragerningin aftur.