Vilja hava Torres til Manchester

Millum mongu stjørnurnar, sum Manchester City sigst vera til reiðar at keypa, er eisini Fernando Torres hjá Liverpool. Á Anfield siga tey seg tó ikki hava áhuga í at selja spælaran, og sambært umboðsmanni hansara, Jose Antonio Martini, ætlar spælarin sær heldur ikki nakran veg sjálvur. – Stórfeløgini sýna øll áhuga fyri Torres, men honum dámar væl í Liverpool, og hann gleðir seg bara, til hann aftur er til reiðar at spæla, sigur Martini. Torres hevur higar til skotið 38 mál í 62 dystum fyri Liverpool.