Á borgarafundinum í Nólsoy herfyri, har bæði umboð fyri politikarar og kommunala umsiting vóru til steðar, reistu nólsoyingar, sum møttu fjølmentir á fundi, ynski um eitt eldrasambýli í Nólsoy.
Hugsað verður um eitt eldrasambýli, sum kann hýsa eini 8-10 fólkum. Endamálið er at geva fólk í bygdini møguleikan at verða verandi í Nólsoy, tá tey gerast gomul og óhjálpin.
Møguleikin at byggja eitt eldrasambýli í samband við barnagarðin varð eisini havdur á lofti, og í hesum sambandi verður hugsað um, at bæði gomul og børn kanska kunnu hava gagn av hvørjum øðrum.
Nú Bústaðir eru áhugaðir at byggja leiguíbúðir í Nólsoy, varð møguleikin eisini nevndur, at Bústaðir kanska kunnu viðvirka til eina loysn.









