Vilja hava tey at síggja møguleikarnar

- Og at skilja týdningin

- Er viljin til staðar, ber tað væl til!

Hetta er boðskapurin frá feløgunum, Føroysk Filmsfólk og Klippfisk.

 

Nú endaligu tølini skulu setast á fíggjarlógina fyri næsta ár, royna tey bæði, Ingun í Skrivarastovu og Jákup Veyhe frá feløgunum, Føroysk Filmsfólk og Klippfisk, at lata eyguni politikarunum upp fyri, hvussu stóran týdning ein filmsvinna kann fáa fyri Føroyar.

Tey staðfesta, at í dag er tað onki, sum hevur so stóra ávirkan á okkum menniskju sum filmur og sjónvarp.

 

Tey vísa á, at kanningar í okkara grannalondum vísa, at í miðal hyggja fólk at sjónvarpi og livandi myndum í 2,5 - 3 tímar - um dagin, og tey halda ikki, at føroyingar eru øðrvísi.

 

- Og sum vinna, er filmsvinnan kring heimin ovurstór og umsetir fyri hundraðtals millardir, siga tey í einum brævi til fíggjarnevndina, har tey gera varpa ljós á støðuna.

 

Tey staðfesta, at í Føroyum er filmsvinnan á veg, tí vit hava útbúgvið fólk við førleikum, og vit hava virki, ið burturav arbeiða við filmi.

 

- Samanborið við okkara grannalond eru vit tó nógv nógv aftanfyri, tí í øllum Evropa verður filmsvinnan stuðlað, siga tey. Men stuðulin kemur ferfalt innaftur.

 

Grønlendingar eru sjónligir á altjóða filmspallinum, og har hava tey júst hækkað filmsgrunn úr 1.8 milliónum, upp í 2.8 milliónir. Og í íslendska filmsgrunninum eru 28.350 danskar krónur.

 

- Ísland er sera væl umtókt sum upptøkuland og har framleiða tey sjey spælifilmar um árið í miðal. Ársins norðurlendski filmur er íslendskur, annað árið á rað. Í Danmark vóru 572 milliónir settar av til film í 2015 og meri enn fjórða hvørt fólk, sum fer í biograf í Danmark, fer at hyggja at donskum filmum

 

Hinvegin eru bara 700.000 krónur í føroyska filmsgrunnininum í ár, og burtur av tí, vórðu 18 ymiskar verkætlanir stuðlaðar.

 

- Vinnupolitiskt hevði tað verið eitt sera stórt framstig at raðfest hetta økið, siga Ingun í Skrivarastovu og Jákup Veyhe.

 

Serliga halda tey, at vit áttu at sett ikkum eitt miðvíst mál á hesum øki hesi næstu fýra árini, og tey halda, at í longdini skal ein filmsgrunnur hava fimm milliónir krónur. Eftir fólkatalinum svarar hetta til tað, Danmark letur til film.

 

Tey halda eisini, at mentanarpolitiska støðan sigur seg sjálv, tá ið vit hyggja eftir livandi myndum í tríggjar tímar um dagin og ONGIN filmur er á føroyskum.

 

- Fyri at fáa stórar verkætlanir sum t.d. spælifilmar fíggjaðar, er neyðugt við  samstarvi við onnur lond, men tað ber illa til at fara tómhent út í heim.

 

- At hækka játtanina til filmsgrunnin 200.000 krónur, sum tey hava sæð í fíggjarlógini, er ikki eitt tekin um, at politiski myndugleikan hevur skilt týdningin av filmi sum vinnu, heldur hinvegin.

 

Tey halda, at í eini fíggjarætlan hjá Mentamálaráðnum upp á yvir eina milliard, átti tað at borið til at fíggja ein føroyskan filmsgrunn sum munaði, serliga um samstarvað verður við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.  

 

- Samanbera vit við oljuvinnuna, hevur politiski áhugin fyri hesari vinnu verið stórur. Vit hava havt oljumálaráð, oljumálaráðharra, oljuútbúgvingar, oljuhavnir og fleiri fyritøkur ið forvinna pening í olju vinnuni.

 

- Men vit hava onga olju og tað vísir, at vilja vit eina vinnu, ber tað til, siga Ingun í Skrivarastovu og Jákup Veyhe.