7 ára gamli Pætur og 9 ára gamli Sámal vóru júst komnir norður til Klaksvíkar, tá in.fo fekk eitt prát við teir.
- Enn hava vit ikki gjørt so nógv. Vit ganga eitt sindur aftur og fram, sigur stóribeiggin, Sámal.
- Vit hava akkurát lurtað eftir Beinir, sigur Pætur við stórum smíli og leggur aftrat,
- Eg elski Beinir. Eg lurti nógv eftir honum, tí eg haldi, at sangirnir hjá honum eru ordiliga góðir.
Endamálið hjá Pæturi og Sámali við at koma á Summarfestival er ikki júst tónleikurin.
- Fyrst og fremst vilja vit hava tað stuttligt. Og okkum dámar ordiliga væl hoppiborgina, so har fara vit nokk nú, sigur Pætur avgjørdur.
- Kanska vit fara at lurta eftir onkrum tónleiki seinni. Vit fáa at síggja, sigur Sámal.
At vera á festivali er sum heild stuttligt hjá børnum. Pætur og Sámal fara at fylgjast alt kvøldið, og teir eru hesa ferð uttan foreldur.
- Tað er nokk so stuttligt at vera á festivali einsamallir. Vit skulu bara ansa eftir okkum, og tað gera vit, siga Pætur og Sámal at enda.