Meiri enn tveir triðingar av øllum katoplikkum í heiminum búgva nú á syðru jarðarhálvu. Harafturat økist talið á katolikkum skjótari í Afrika enn nakra aðrastaðni, og tí er tað ikki so løgið, at teir afrikonsku katolikkarnir halda seg hava rætt til tann næsta pávan.
At bara 13 av teimum 120 kardinalunum, sum skulu velja tann næsta pávan, eru úr Afrika, hevur sambært eygleiðarum í Rom ongan týdning, og teir viðganga samstundis, at teir afrikonsku katolikkarnir hava eitt veruliga væl egnað valevni at vísa á. Tað er tann 72 ára gamli nigeriski kardinalurin Francis Arinze, sum hevur verið ein av teimum ovastu leiðarunum í Vatikaninum. Hann ber orð fyri at vera líka konservativur sum Jóhannes Páll Annar og sigst eisini hava somu guðfrøðiligu sjónarmið sum hann.
Mong halda, at hann verður tann fyrsti svarti pávin, verður hann valdur, men so er ikki. Í árunum frá 189 til 217 , var tann svarti Viktur Fyrsti pávi. Frá 311 til 314 æt pávin Miltiades, og hann var eisini svartur, og frá 492 til 496 sat tann svarti Gelasius Fyrsti í pávastólinum í Rom.









