Vilja hava Strauss-Kahn

60 prosent av veljarunum hjá tí franska sosialistaflokkinum siga, at Dominique Strauss-Kahn eigur at taka sítt arbeiði fyri flokkin uppaftur, so skjótt hann fær loyvi at fara úr USA. Samstundis siga 51 prosent, at tey vilja hava hann at stilla upp fyri sosialistarnar á forsetavalinum, sum verður næsta ár. Tað krevur, at Strauss-Kahn kemur til Fraklands í seinasta lagi tann 13. juli, tí tað er seinasta freist at stilla upp til forsetavalið.

Tað eru ikki bara veljararnir hjá sosialistaflokkinum, sum halda, at Dominique Strauss-Kahn eigur at fara aftur upp í politikk, nú hann ikki er IMF-stjóri longur. Kanningin, sum blaðið Le Parisien hevur gjørt, vísir, at 49 prosent av veljarunum hjá øllum flokkum hava hesa hugsan. 47 prosent eru ímóti.

Áðrenn hann bleiv skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti einari kvinnu í New York, hevði Dominique Strauss-Kahn bestu møguleikarnar at bjóða Nicolas Sarkozy av á forsetavalinum næsta ár.