Vilja hava stórar príshækkingar á sigarettum

Tubbakk er ein hópdrápsmáður í føroyska samfelagnum og allir flokkar siga, royking skal avmarkast

Tiltøka eiga at verða sett í verk fyri at tálma nýtsluna av tubbakki. Tað halda allir flokkar á Løgtingi. Á valfundi, sum Felagið fyri Yngri læknar skipaðu fyri, varð spurningurin um royking eisini umrøddur. Læknar umtalaðu tubbakk, sum ein hópdrápsmann, sum gekk leysur í føroyska samfelagnum og politikararnir vórðu spurdir um teir eru sinnaðir at seta tiltøk í verk fyri at avmarka royking.

 

Og tað eru allir flokkar sinnaðir til. Aksel Kambsgarð Berg, valevni fyri Miðflokkin, og lækni, heldur, at tað mest sjálvsagda er at hækka prísin á sigarettum. Men eitt, tey royna aðrastaðni, er, at aldursmarkið fyri at keypa tubbakk, verður stigvíst hækkað so at tey, sum. eru út nú, aldrin fara at roykja. Hann heldur, at tað er ein gongd leið at fara.

 

Bjørt Samuelsen, valevni fyri Tjóðveldi heldur eisini, at vit eiga at gera meiri fyri at avmarka royking, men hon hugsar mest um tað fyribyrgjandi arbeiði, uttan at nevna nakað ítøkiligt. Men hon sigur, at hesi seinastu árini eru roykivanarnir nógv broyttir og tað vísir, at tað hjálpir at gera nakað við tað.

 

Petrina Berg á Lag, valevni fyri Sambandsflokkin heldur, at ein gongd leið er at hækka prísin á sigarettum. Hon heldur eisini, at ein máti er at tubbaksvørur bara verða seldar í eini einkarsølu, akkurát sum at rúsdrekka bara verður selt í Rúsuni.

 

Símun Jóannesarson Hansen, valevni fyri Fólkaflokkin, spyr, hvussu tað ber til, at tað ber til at keypa tollfríar sigarettur, tá ið fólk eru uttanlands. Hann er samdur í, at tiltøk eiga at verða sett í verk. Men hann heldur, at alt ov lítið verður brúkt upp á at fremja fólkaheilsuna.

 

 Ruth Vang, valevni fyri Framsókn heldur, at tann lætta loysnin er at seta prísin upp, men yvirhøvur heldur hon, at vit eiga at seta tiltøk í verk, sum fáa fólk at aftra seg við at fara at roykja.

 

Margit Stórá, valevni fyri Javnaðarflokkin, staðfestir at gongdin er tann, at vit leggja alsamt minni dent á  tað fyribyrgjandi arbeiðið, men roykilógin, vit fingu, vísir, at lógarbroytingar kunnu fáa fólk at broyta atferð.

 

Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýri tekur undir við aldursmarkið verður hækkað og hann heldur eisini, at tað ljóðar áhugavert við eini onkrum slagi av tubbakks -einkarsølu, akkurát sum vit hava einkarsølu av rúsdrekka.