Vilja hava spruttið aftur

Ein stórur meiriluti av fólkinum í grønlendsku bygdini Qaannaaq vilja hava rúsdrekkabannið sett úr gildi beinanvegin. Herfyri gjørdi grønlendska landsstýrið av at steðga allari rúsdrekkasølu í bygdini Qaanaaq, eftir at ein frágreiðing hevði avdúkað, at børn vórðu slept upp á fjall, tí foreldrini gingu full.

Mótstøðan ímóti rúsdrekkabanninum hevur verið stór, og í gjár skipaðu myndugleikarnir fyri fólkaatkvøðu um bannið. Úrslitið varð, at 78 prosent atkvøddu fyri at taka bannið av beinanvegin.

63 prosent av teimum, sum høvdu atkvøðurætt, vóru á fólkaatkvøðuni í Qaanaaq.