Vilja hava somu sømdir sum ítróttarfólk

Hetta fer at fáa sera stórar avleiðingar fyri ungdómin í Føroyum

Sum borgarar, og sum samfelag, kunnu vit vera errin av tí arbeiðið, skótarørslan ger.

Tað heldur Jóna venned, forkvinna í skótaráð Føroya, og tí heldur hon, at tað er ikki annað enn rímiligt, at skótarørslan fær somu fíggjarligar sømdir sum ítróttarfeløg, fáa.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at dómarar, linjuverjar og venjarar, umframt leiðarar og hjálparar hjá ítróttafeløgum, skulu kunna forvinna 50.000 krónur skattafrítt. Sum støðan er nú, er markið 30.000 krónur.

Orsøkin til tað er, at Landsstýrið ásannar, hvønn samfelagsligan týdning, tað stóra sjálvbodna arbeiði, sum verður gjørt á ítróttaøkinum, hevur.

Men tað er fallið skótarørsluni fyri bróstið, at tey ikki fáa somu sømdir.

– Ein av grundarsúlunum undir skótaarbeiðinum er sjálvboðið, ólønt, arbeiði, sum leiðarar, og ungdómsleiðarar gera fyri at menna tann einstaka og felagskapin.

Tað vilja tey framhaldandi skal vera bulurin í teirra arbeiði.

Men tey siga, at til tíðir gerst hettar arbeiði kortini so krevjandi, at skulu tey framhaldandi kunna hava skikkað fólk til at fyrireika og gjøgnumføra ávísar partar av skótaarbeiðinum, er neyðugt at hesi fáa eina samsýning fyri tað, og fyri mista arbeiðstíð.

– Skótaarbeiðið fevnir um ein stóran part av okkara ungdómi, har vit í serligan mun eru við til at menna tað einstaka menniskja til at verða ein góður vinur og ein góður samfelagsborgari, sigur hon.

Skótaarbeiðið fevnir eisini um tey, sum ikki eru umfevnd av teimum felagsskapum, ið grunda sítt arbeiði á kappingar.

– Vit meta, at vit gera ein stóran mun í samfelagnum og at tað, sum verður lagt í ungdómin hjá skótunum, ofta sæst aftur seinri í lívinum hjá teimum, tá tey gerast vaksin.

– Tað kunnu vit sum borgarar og samfelag vera errin av, sigur Jóna Venned.

– Við at hækka stuðulin til limirnar hjá ÍSF, samstundis sum limirnir hjá skótunum framvegis ikki kunnu fáa hendan stuðul, gerðst tað alsamt truplari at fáa skikkað fólk at taka sær af ávísum krevjandi uppgávum í skótaarbeiðinum.

Og hendan skeikling fer at fáa sera stórar avleiðingar fyri eitt framtíðar dygdar arbeiði hjá skótunum og harvið eisini fyri ungdómin í Føroyum, leggur hon afturat.