Vilja hava somu møguleikar sum øll onnur

Tað hava øll ikki, tá sendingar ikki verða tekstaðar í Kringvarpinum

Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið gjørdu fyri ikki so nógvum mánaðum síðani ein nýggjan Public Service sáttmála, har dentur millum annað varð lagdur á at teksta føroyskar sendingar til gagns fyri fólk, ið hava hoyribrek.

 

 

Í fleiri ár hevur Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum arbeitt við at gera hetta til veruleika, eins og ST nevndin í viðmerkingunum til Føroya landsstýri vísir á tørvin, so allir føroyingar verða javnsettir og kunnu fylgja við í tí, sum sent verður.

 

 

Á heimasíðu síni skrivar Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, at fólk, ið bera brek, ynskja ikki frammíhjárættindi, men somu møguleikar sum øll onnur. Eisini verður skrivað, at  eitt samfelag hevur ábyrgd av øllum borgarum. Myndugleikarnir hava økisábyrgd , har mál verða viðgjørd á røttum staði.

 

 

Tað hava tey ikki fingið í samfelagskjakinum, sum farið er fram seinastu dagarnar, um dokumentarsendingina Ást fjalir lýti, sum elvdi til nógv kjak millum føroyingar.

 

 

-Aftur ein føroysk sending, sum hevur ført til nógv kjak í almennu miðlunum. Og aftur eru fleiri hundrað føroyingar púra útistongdir, tí hvørki er sendingin ella verður sendingin tekstað. Hetta er átaluvert, skrivar Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum á facebook í gjárkvøldið.

 

 

Les eisini: Fleiri hundrað føroyingar púra útistongdir