Vilja hava skil á vindmyllum í Vági

Vágs Býráð hevur nú samtykt reglur fyri vindmyllum til húsbrúk

Nú er greitt, hvørjar treytir, vágbingar, sum vilja fáa sær privatar vindmyllur til húsbrúk, skulu ganga undir.

Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Vágs Býráð reglar fyri at seta vindmyllur til húsbrúk upp í Vági.

At privatfólk fáa sær egnar vindmyllur til húsbrúk, hevur vundð nógv upp á seg seinastu tíðina í takt við, at oljan er alsamt dýrkað.

Samstundis hevur Vágs Býráð fingið sjey umsóknir um loyvi til at seta privatar vindmllur upp til húsbrúk.

Tí heldur Vágs Býráð, at tað er rættast at hava skipað viðurskifti á økinum og tí eru reglar nú gjørdar fyri tey, sum ætla at fáa sær vindmyllur.

Talan er um tær reglarnar, sum Kommunusamskipan Føroya hevur sett upp.

Eftir hesum reglum er greitt, at tað ber ikki til at seta vindmyllur upp til húsbrúk, uttan skrivligt loyvi frá býráðnum.

Men tað verða eisini ymisk onnur krøv sett. Eitt nú mugu myllurnar ikki vera meiri enn tveir metrar í tvørmát. Samstundis eru krøv til, hvussu nógvan vind, myllurnar skulu tola. Nevnt varð á býráðsfundinum í Vági, at tær skulu tola eina vindmegi upp á minst 60 metrar um sekundið og tann, sum setir myllur upp, skal veita prógv fyri, at tær lúka minstukrøvini.

Samstundis kann kommunan ikki ábyrgjast fyri skaðar, sum myllur gera á ogn hjá øðrum, men hendir tað, kann endurgjaldskrav í summum førum reisast ímóti tí, sum eigur mylluna.

Samstundis eru treytir fyri, hvussu høgar myllurnar kunnu vera og, hvussu illa tær kunnu larma.

Ein treyt, sum kanska verður verri hjá fólki at lúka, er, at vindmyllur skulu minst vera 10 metrar frá markinum til grannan og undir øllum umstøðum skulu tær vera nærri húsunum, tær skulu veita streym til, enn grannahúsunum.