Nú er Tórshavnar Býráð í ferð við at leggja eina heildarætlan fyri alt økið uppi við Karlamagnusarbreyt. Upprunaliga var ætlanin, at Karlamagnusarbreyt skuldi verða ídnaðarøki, men eftir at hava ligið um ein óbygd oyðimørk í fleiri ár, varð tað gjørt til íbúðarøki ístaðin.
Síðani eru yvir 300 íbúðir bygdar har um vegir, men tað hevur ikki bara bøtt upp á bústaðarneyðina, tí tað hevur eisini elvt til stórar trupulleikar.
Fólk hava verið rættiliga forsyndað um støðuna og ferð eftir ferð hava tey gjørt vart við, at tey eru ótrygg, tí økið er so illa skipað.
Tað, fólk mest hava funnist at, er, at tað eru so fa parkeringspláss, umframt at tey halda, at umstøðurnar hjá fólki til gongu eru alt ov vánaligar og tí halda tey eisini, at ferðslutrygdin er alt ov vánalig. Tey sakna eisini eitt fríøki fyri at bøta um trivnaðin.
Tí hevur býráðið arbeitt í eina tí upp á at at lýsa trupulleikarnar og í hesum sambandi hava fundir eisini verið við tey, sum búgva har um leiðir.
Men býráðið sigur á heimasíðu síni, at korona spilti spælið og tí kim stígur í arbeiðið. Men annars hava væl yvir 120 fólk í grannalagnum gjørt vart við seg í talgildum samskifti við býráðið, umframt at eini 70 fólk, sum búgva aðrastaðni, eisini hava gjørt vart við seg.
Býráðið sigur, at nú verður so arbeitt við at gera heildarætlanina lidna og tá ið arbeiðið er liðugt, verður tað tikið upp til politiskav viðgerð. Taka býráðslimir undir við ætlanini,verður hon løgd alment fram til kunningar.
– Ætlanin skal so verða grundarlag undir øllum arbeiðum, ið verða gjørd í økinum hesi næsti árini, sigur býráðið.