Vilja hava sigling í trygga legu

Skipara og Navigatørfelagið fer nú at bjóða fíggjarmálastýrinum til samráðingar um at gera yvirmenninar hjá Strandferðsluni til yvirmenn

Samráðingar

Hóast Skipara- og Navigatørfelagið akkurát hava gjørt nýggjan sáttmála fyri yvirmenninar við almennum skipum, er tað ikki vist, at samráðingarnar ímillum partarnar eru lidnar fyri tað.
Eftir sáttmálunum, sum vórðu gjørdir seinastu nátt, verða skipararnir og stýrimenninir á skipunum hjá Vaktar- og Bjargingartænstuni, nú tænastumenn.
Hetta hevur ávísar fyrimunir við sær fyri menninar, men tað ber eisini í sær, at nú kunnu teir ikki longur fara í verkfall.
Men Skipara- og navigatørfelagið heldur eisini, at yvirmenninir við skipunum hjá Strandferðsluni somuleiðis eiga at gerast tænastumenn.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at so skjótt sum greiða er fingin á politisku støðuni, fer felagið at venda sær til Fíggjarmálaráðið at bjóða teimum samráðingar um at gera yvirmenninar hjá Strandferðsluni til tænastumenn.
Hann vónar so, at samráðingar kunnu byrja beint eftir summarfríðina.
Hann heldur, at tað hevur týdning at fáa hesi viðurskifti avgreitt ímeðan friður er á arbeiðsmarknaðinum, so at samráðast kann i friði og náðum.
?Vit halda at verkføll, sum hetta, ið júst hevur verið, eru fullkomiliga meiningsleys og vit ætla at gera tað, vit kunnu, fyri at sleppa undan at støður, sum hesar, taka seg upp aftur.
Hann sigur tað skal ikki standa á Skipara- og Navigatørfelagnum, at fáa yvirmenninar á Strandferðsluni til tænastumenn.
?Men sjálvsagt verður tað ikki ókeypis, so tað skulu samráðingar til um nøkur viðurskifti, sigur hann.
Skiparin á Smyrli, Hanus Lassen, er ivingarsamur við ætlanini at gera teir til tænastumenn.
? Tað veldst um, hvat liggur í tí. Men fáa vit hampiligar treytir, vænti eg ikki, at vit fara at seta okkum ímóti tí, sigur hann
?Ongin er fegin um at leggja alt lamið, so finna vit eina skipan, sum kann forða fyri tí, eiga vit ikki at vísa tí aftur, men tað veldst um treytirnar, sigur Hanus Lassen.

Má ikki henda aftur
Hetta er ein tanki, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum tekur undir við.
-? Eg havi sjálvur borið tað upp á mál, at viðvíkjandi Suðuroynni og kanska Sandoynni við, eiga vit at finna eina skipan, sum tryggjar at slíkt ikki hendur aftur.
Tí er tað ein tanki atgera teir til tænastumenn, ella at geva teimum eina tænastumannalíknandi skipan, sum gevur fólkunum nøkur rættindini afturfyri ikki at fara í verkfall.
Hinvegin verður siglingin um Vstmannasund og um Leirvíksfjørð niðurløgd tey næstu árini, tí undirsjóvartunlar skulu gerast.
Ellintur Abrahamsen heldur at spurningurin um tænastumenn og spurningurin um leiðir, sum verða niðurlagdar, eru tvey ymisk mál, sum ikki skulu blandast saman.