Sernámsdepil
Vágbingar vóru skjótir á sjóvarfallinum, nú allar kommunurnar í Suðuroy hava heitt á landsstýrið um at gera ein sernámsdepil í Suðuroy.
Tað er ein vika síðani, at kommunurnar í Suðuroy handaðu landsstýrinum eina umsókn um at fáa ein sernámsdepil í Suðuroyog nú hevur Vágs Býráð eisini víst á, hvar hann kann vera.
Ein sernmsdepil er skipaður í Eysturoy og kommunurnar í Suðuroy heita nú á landsstýrið um at Suðuroy til tað næsta royndarøki í hesum sambandi.
Kommunurnar hava tí boðað Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í skúlamálum frá, at tær eru fúsar at samstarva um eina royndarskipan og tá ið landsstýrismaðurin fekk umsóknina, lovaði hann at viðgera hana við vælvild.
Men eitt er at bjóða seg fram at hava ein sernámsdepil í Suðuroy, eitt annað er at finna útav, hvar hann skal vera.
Í hesum sambandi bóru vágbingar skjótt at.
Á býráðsfundi í Vági skeyt Dánjal Bjarkhamar, býráðslimur, upp, at Vágs Kommuna vísti landsstýrinum á eini hús í Vági til at húsa sernámsdeplinum í.
Og hann hevði eisini uppskot um, hvar depilin skuldi vera.
- Nú ætlanin er at flyta miðnámsskúlan til Hovs, fer húsið, sum miðnámsskúlin í Vági er í, at standa tómt. Tí skeyt býráðslimurin upp, at kommunan vísti landsstýrinum á, at sernámsdepilin kann fáa innivist í miðnámsskúlanum í Vági til sernámsdepil.
- Tað er eitt rúmligt hús, ið er bygt til skúla. Tað er eisini eitt hús, sum er beint við Vágs Skúla og tí er skjót atgongd til fakhøli av ymsum slagi, samstundis sum húsið er í einum skúlaumhvørvi. Tí hevði sernámsdepilin fingið framúr góðar umstøður har, segði Dánjal Bjarkhamar.
- Júst atgongdin til fakhøli av ymsum slagi, varð stóru dentur lagdur á, tá ið sernámsdepilin í Eysturoy var skipaður, vísti Dánjal Bjarkhamar á.
- Tað er eisini eitt hús, sum er nýliga høvuðsumvælt og sostatt er tað í góðum standi.
Og at enda vísti hann á, at talan er um eitt hús, sum Mentamálaráðið longu eigur, so tað skuldi ikki verið nakað í vegin fyri at tikið tað til endamálið, legði hann afturat.
Hetta hildu allir býráðslimir vera eitt gott hugskot og sostatt tók býráðið einmælt undir við uppskotinum um at mæla landsstýrinum til at leggja ein komandi sernámsdepil í Suðuroy í húsinum, har miðnámsskúlin nú er.










