Allir flokkar á Løgtingi eiga at seta seg saman at finna eina semju um teir tunlar, sum eru eftir at gera kring landið. Tað var boðskapurin frá fleiri løgtingslimum í dag, nú Løgtingið hevur viðgjørt ætlanina at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall. Tað varð einmælt samtykt, men skal viðgerast einaferð afturat, áðrenn tað er endaliga avgreitt. Tað verður týsdagin og so er klárt at fara undir tað praktiska arbeiðið.
Men fleiri tinglimir halda, at nú er stundin komin, at landsstýrið tekur stig til at savna allar flokkar fyri at fáa eina. Semju um, í hvørjari raðfylgju teir tunlar, sum eru eftir at gera kring landið, skulu gerast.
Tey siga, at tað fer at skapa frið um málið og at skapa tryggleika kring landið, tí so vita fólk í teimum ymsu økjunum kring landið, nær tað er væntandi, at »teirra« tunnil verður gjørdur.
Og samstundis slepst undan at gera tunlar til eitt stríðsmál í hvørjum einasta valstríði. Teir tunlarnir, sum vórðu nevndir í hesum sambandi, vóru fyrst og fremst Suðuroyartunnilin, men eisini ein nýggjur Sandvíkartunnil, ein Gøtudalstunnil, ein Vestmannatunnil, umframt tunnil til Tjørnuvíkar og til Gjáar.
Tað varð eisini nevnt at gera tunnil Yvir í Havn í Svínoy tí har eru havnarviðurskiftini munandi betri, og at gera tunnil ímillum bygdirnar í Fugloy. Somuleiðis varð nevnt at gera tunnil av Fútakletti til Sandvágs fyri at sleppa undan Sandavágshálsi.
Hinvegin eru bæði Fámjinstunnilin og Dalstunnilin settir úr í kortið, so har er gongd í málinum og tá ið allir teir tunlarnir eru gjørdir, man mestsum vera komið á mál at gera tunlar í Føroyum.
Politikarar vísa á, at tá ið tunlarnir Norður um Fjall verða gjørdir nú, er tað eitt úrslit av eini politiskari semju, sum varð gjørd fyri fleiri árum síðani. Upprunaliga varð semja um at gera tunlarnar Norður um Fjall fyrst, so Hvalbiartunnilin og síðani Viðareiðistunnilin.
Men so varð raðfylgjan broytt, so at Viðareiðistunnilin varð tikin fram um, Hvalbiartunnilin var framvegis nummar tvey og tunlarnir Norður um Fjall vórðu settir aftur um. Nú er Viðareiðistunnilin gjørdur, Hvalbiartunnilin verður liðugur í vár ogtí er klárt at fara undir tunlarnar Norður um Fjall.
Men tað hevur verið óheppið, at Løgtingið bant seg ongantíð til at gera tunlarnar við at seta pening av til endamálið á eini langtíðarætlan. Og løgtingslimir heitti á Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, um at fáa eina politiska semju um tunlarnar, og at fáa semju um at seta fíggingina av á eini langtíðar fíggjarætlan.
Politikarar halda, at tunlar eru lykilin til at varðveita bygdirnar og búseting kring landið, tí fáa fólk ikki ferðast ímillum, miðsavnast tey á nøkrum fáum stórplássum og so doygga bygdir, og oyggjar, út.