Hjálparvenjarin á enska fótbóltslandsliðnum, Terry Venables, vónar, at hann lokka Manchester United-miðvallaran Paul Scholes aftur á landsliðið. Scholes takkaði fyri seg á landsliðnum eftir EM í 2004, eftir at hann hevði spælt 66 landsdystir fyri Ongland.
- Fólk siga, at Scholes er givin á landsliðnum fyri altíð, men eg vóni, at eg kann fáa hann at broyta hugsan, sigur Venables við Sky Sports.Ongland spælir EM-dystir tann 7. og 11. oktober ímóti ávíkavist Makedonia og Kroatia