Í gjárkvøldið skipaðu kommununar í Sandoynni fyri oyggjarfundi í Skálavík, har Sandoyartunnilin var á skránni.
Á fundinum vóru umboð fyri grannskoðarafyritøkuna Spekt, sum hava útgreiningar, sum vísa, at í longdini er minni munurin á, hvat tað kostar at gera undirsjóvartunnil í Sandoy og, hvat ferjusambandið kostar.
Eini 200 fólk høvdu leitað sær á fundin, sum varð hildin í Deplinum í Skálavík.
- Fundurin varð á einum máli um at heita á landspolitikarar, at taka støðuna í Sandoynni í álvara, og leggja tilgongdina við Sandoyartunlinum í fasta legu, har tunnilin verður gjørdur innanfyri fá ár, sigur fundarfólki í yvirlýsing eftir fundin.
Ferðasamband, sum er nú, er ein stór forðing fyri, at ungfólk seta búgv í oynni.
- Alneyðugt er fyri framtíðina hjá oynni, at fast samband við meginøkið verður veruleiki sum skjótast, so at oyggin fær lyft seg upp á hædd við restina av samfelagnum, sigur fundarfólkið.










