Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum vil hava fund í nevndini alt fyri eitt. Tí hava teir tríggir nevndarlimirnir í andstøðuni, Bill Justinussen, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard, umframt Kristin Michelsen, sum var koyrdur úr Javnaðarflokkinum herfyri, nú heitt á Ruth Vang, forkvinnu í nevndini, um at kalla Fíggjarnevndina saman beinanvegin.
Og teir vísa eisini á, at eitt evni, teir vilja hava á dagsskránna er at velja nýggjan formann í nevndini. Men teir vilja eisini hava Fíggjarnevndina at viðgera fleiri mál, sum Fíggjarnevndin longu átti at havt avgreitt eftir tingskipanini. Eftir tingskipanini hevur ein nevnd ein mánað at viðgera eitt mál, men fleiri mál hava nú ligið í Fíggjarnevndini longri enn tað – og summi eisini nógv longri.
Talan er um hesi níggju mál:
Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk. Freistin varð longd til 16. nov 2018 og er sostatt farin fyri tveimum mánaðum síðani
Uppskot til løgtingslóg um at gera útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt. Freistin varð longd til 16. nov 2018 og er sostatt farin fyri tveimum mánaðum síðani
Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðabygging. Freistin var 18. oktober 2018 og er sostatt farin fyri nærum trimum mánaðum síðani
Uppskot til løgtingslóg um at lækka skattin á heimavirkaðum vørum. Freistin varð longd til 10. jan 2019 og er sostatt farin
Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn. Freistin var 20. okt 2018 og er sostatt farin fyri nærum trimum mánaðum síðani
Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum. Freistin varð longd til 10. jan 2019 og er sostatt farin
Uppskot til løgtingslóg um Bústaðabanka. Freistin var 20. nov 2018 og er sostatt farin fyri nærum tveimum mánaðum síðani
Uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum fyri fíggjarárið 2017. Freistin varð longd til 10. jan 2019 og er sostatt farin
Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil til Dals við tilhoyrandi vegum. Freistin var 4. jan 2019 og er sostatt farin.