Góðveðri seinastu tíðina hevur havt við sær, at tað nú av álvara er farið at fjara í vatngoymslunum kring landið.
Tórshavnar Kommuna er einki undantak í so máta, hóast byrgingin í Villingardali sjálvsagt hevur viðført, at vatngoymslurnar nú eru væl størri, enn tær vóru fyri fáum árum síðani.
Trupult í Eysturbýnum
Tá vit í gjár tosaðu við Janus Sørensen, vatnmeistara, greiddi hann frá, at støðan var bæði góð og ring, hvat vatni viðvíkti.
Hann greiddi frá, at vatngoymslan í Villingardali er minkað heilt nógv, men sum so nýtist hetta ikki at vera nakar trupulleiki, tí enn er nógv vatn eftir í hinari vatngoymsluni, sum er í Havnardali.
Trupulleikin er, at orsakað av hæddarmuninum er ikki gjørligt hjá øllum býnum at fáa vatnúr Havnardali, uttan so at hetta verður pumpað runt. Vesturbýurin og Miðbýurin hava sum so ongar trupulleikar av hesum, men hinvegin kann støðan gerast ring hjá Eysturbýnum og teimum býarpørtum, sum liggja ovarlaga í lendinum.
Í gjár varð so arbeitt við at binda alla vatnleiðingina saman, soleiðis at vatn úr Havnardali eisini verður pumpað yvir í Eysturbýin, men hvussu hetta eydnaðist, var ikki greitt, tá blaðið fór til prentingar.
Røkkur 3 vikur
Janus Sørensen greiðir frá, at sum so er neyðin ikki heilt akutt. Enn er nakað av vatni í Villingardali, og fyrstu tríggjar vikurnar er helst eisini nóg mikið av vatni, sigur hann.
-Vit vita bara ikki, hvussu leingi turkurin stendur við, og tí royna vit longu nú at loysa trupulleikan, sigur hann viðari.
Hann vísur tó á, at royndirnar siga teimum, at vatnnýtslan í vikuni undan ólavsøku altíð er sera stór. Henda tørv megnar kommunan tó at nøkta uttan stórvegis trupulleikar, so talan verður ikki um, at Havnin verður turrløgd á ólavsøku.
Í tøkum tíma
Í Klaksvík eru tey, sum vara av vatninum í býnum, fegin um, at kommunan seinnu árini hevur gjørt stórar íløgur á hesum øki.
Jógvan við Keldu, býráðsformaður, sigur við Sosialin, at um útbyggingarnar ikki høvdu verið gjørdar, hevði støðan verið heilt álvarslig í Klaksvík:
- Tað hevur so at siga verið turkur í einar tríggjar mánaðir, og hetta er sjálvsagt eitt heilt óvanligt fyribrigdi hjá okkum, sigur býráðsformaðurin.
Hann sigur víðari, at gomlu vatngoymslurnar vestaru megin, hava so at siga verið tómar. Seinastu dagarnar hevur tó verið pumpað í tær frá nýggju vatnleiðingini, so hesar nú aftur eru um at verða fullar.
Nýggju vatngoymslurnar hjá kommununi, t.e. í Ánunu, Svartadali og Strandadali, eru gjørdar í samstarvi við SEV, og vórðu tær tiknar í nýtslu í fjør.
Jógvan við Keldu greiðir frá, at enn er nýggja vatnleiðingin ikki løgd um allan býin, men at hetta arbeiði er í ger í løtuni, og tá hetta er liðugt, fær øll Klaksvíkin vatn úr reinsiverkinum við Ánir.
Biðin um at spara
Annars sigur býráðsformaðurin, at kommunan í løtuni er í ferð við at senda út skriv til øll húsarhaldini í býnum, har hesi verða biðin um at vera sparin við vatninum komandi tíðina. Líknandi skriv verður eisini sent virkjunum á staðnum, so hesi ikki nýta óneyðuga nógv vatn.
- Trupulleikin er, at hóast tað nú fer at regna í ein dag ella tveir, so hjálpir hetta ikki stórvegis upp á støðuna, sigur Jógvan við Keldu. Hann vísir á, at tá turkur hevur verið so leingi, er jørðin at kalla uppturkað, og tí skal nógv regn til, áðrenn jørðin er mettað, soleiðis at áirnar, og harvið vatngoymslurnar aftur fara at vaksa..
Greflig tøl
At nakað er um tosið, tá sagt verður at tað hevur verið óvanliga turt, verður staðfest, um hugt verður at hagtølunum. Smb. Peturi Skeel Jacobsen, veðurfrøðingi, er miðal avfallið í juli mánaði 83 mm, men nú mánaðurin er farin at halla, eru bert komnir á leið 20 mm. Eisini juni mánaður var rættuliga turrur í so máta, tó at tølini ikki vóru heilt so ógvuslig tá. Tá regnaði tað á leið 47 mm, mótvegis einum miðal avfalli upp á 66 mm.
Mei mánaður var tó ringastur í so máta. Miðaltalið her er 71,5 mm, men í ár fullu bara 21,2 mm allan mánaðin.