»Undirritaðu matvøruhandlar heita hervið á vinnumálaráðharra, Jóhan Dahl, um at tryggja eina rættvísari kappingarstøðu millum matvøruhandlarnar í Tórshavn. Í løtuni er størsti matvøruútbjóðarin í landinum – samtakið aftanf yri SMS, Bónus og Mylnuarnar – við at innrætta høli til stóran matvøruhandil í Miðlon.
Um sølubúðin hjá Rúsuni, sum er einasta av sínum slag í Havnini, og hartil eisini tann størsta í landinum, ikki verður flutt úr Miðlon, meta vit Bónus fáa ein so stóran fyrimun, at kappingarstøðan fyri matvøruútbjóðararnar verður avlagað í okkara høvuðsstaði.
Vit minna á, at um so var at rúsdrekka varð selt uttan um eina einkarsølu, so er tað vanliga matvøruhandlar, ið umsita tílíka sølu. Vit fyri halda okkum til verandi politisku avgerð, sum inniber, at rúsdrekka bert verður selt gjøgnum Rúsuna. Men vit meta tað rættiliga órímuligt og kappingaravlagandi, tá júst okkara sølulið, sum í almennum miðlum verður kært fyri at vera ov lítið merkt av kapping, samstundis skal uppliva at størsti kappingarneytin, sum tann einastu matvøruhandili í landinum, enntá fyri almennar pengar, skal húsast undir sama taki og hartil við somu útburð, sum størsta almenna einkarsølan í landinum.
Vit trívast í kappingini, har besta tænastan vinnur flestu viðskiftafólkini. Men mótbrekkan og ójavnin verður í hægra lagi, um størsti vøruútbjóðarin við almennum stuðli skal ognast ein tílíkan framíhjárætt. Tískil heita vit á okkara felags vinnumálaráðharra um at taka neyðugt sti at flyta Rúsuna út úr Miðlon, soleiðis at øll vinnurekandi á matvørumarknaðinum verða tryggjað felagsútgangsstøðið í kappingini.«