Vilja hava pengar til demensøkið

Í februar mánað í komandi ári er eitt ár liðið, síðan ein arbeiðsbólkur, mannaður við fakfólki og avvarðandi hjá demenssjúkum, handaði landstýrisfólkunum í almanna- og heilsumálum framferðarætlanina “Gloymsk – men ikki gloymd”:

 

– Somu landsstýrisfólk tóku stig til at stovna henda bólkin á heysti 2013, tí uppgávan hevði skund í sambandi við, at eldraøkið skjótt fór at verða lagt út á kommunurnar at umsita. Eg kann skoyta uppí, at hetta er ein frálík verkætlan, sum er sera væl frágingin og verd at fylgja, sigur Sigrún Mohr, avvarðandi og næstforkvinna í trivnaðarnevnd Tórshavnar kommunu, í opnum brævi til landsstýrisfólkini í heilsu- og almannamálum og Føroya Løgting:

 

»Hetta er ein demensætlan fyri Føroyar, har mælt verður til, at vit gera land okkara til eitt demensvinarligt samfelag, og at fyritreytirnar fyri hesum eru at geva fólki og myndugleikum vitan og innlit í viðurskifti, sum gera, at fólk við demensi áhaldandi kunnu verða partur av samfelagnum. Umráðandi er, at vit í teimum førum, har tað er viðkomandi, taka atlit til hesa avbjóðing.

 

Tíverri sær tað í løtuni út til, at henda framferðarætlan er í vanda fyri at enda sum ein skuffuverkætlan sum so mangar fyri hana, tí á komandi fíggjarlóg er eingin peningur settur av til hana. Segði nakar: “Gloymsk – men ikki gloymd”?

 

Eg fari tí so staðiliga at heita á tykkum, áðrenn fíggjarlógin fyri 2016 verður endaliga samtykt, at seta pening av til hetta arbeiðið.«

 

Álitið »Gloymsk – men ikki gloymd« kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER.