Vilja hava oddasessin

Týskvøldið legði Tjaldur seg á odda í bestu kvinnudeildini, men sunnudagin kunnu Stjørnan ella Neistin taka seg fram um ella fram á oddaliðið. Teir báðir FM-finalistarnir frá í vár spæla nevnliga í KÍ-høllini, har einasti dysturin í fremstu hondbóltsdeildunum er á skránni um vikuskiftið. Stjørnan hevur undan dystinum fult stigatal – fýra stig fyri tveir dystir – meðan Neistin hevur trý stig eftir fyrstu tveir dystirnar. Tjaldur hevur fimm stig fyri tríggjar dystir.