Nú Føroya Løgting hevur samtykt at bjarga Smyril Line undan húsagangi, heitir Norðoya Sjálvstýrisfelag á tingið um at gera Norðhavnina í Ánunum til heimstað og fast atløgupláss hjá Norrønu.
Við hesum hevði íløgan hjá landskassanum gjørt størst gagn, bæði hjá landinum og felagnum, Smyril Line.
Høvuðskommunan í Norðuroyggjum, Klaksvík, er eitt øki í landinum, sum í løtuni hevur stóran tørv á at verða styrkt. Vinnulívið í Klaksvík hevur tørv á beinleiðis atgongd til av- og áskiping, og er tað einki meira enn rímiligt, at Norðuroyggjar fáa sín part av ágóðanum av gjøldum í sambandi við farma- og ferðaflutning, nú tað almenna setir pening í hesa vinnu.
Víst verður til tøl frá Hagstovu Føroya, sum vísa, at kommunurnar í Norðoyggjum eru tær kommunur í Føroyum, ið eru mest tengdar at tilfeingisvinnuni. Harafturat er Klaksvíkar kommuna komin í fíggjarligt óføri, samstundis sum at útlitini fyri tilfeingisvinnuna eru døpur.
Eisini verður víst til, at Norðhavnin er ein veðurgóð havn, sum kann tryggja skipi og ferðafólki reglusemi. Við at gera Norðhavnina til fast atløgupláss hjá Norrønu, gerast møgueikarnir betri at røkka endamálinum í samgonguskjalinum, har tað millum annað stendur:
at við verandi búskaparstøðu er neyðugt, at tað almenna ger íløgur, ið kunnu vera við til at seta gongd á virksemið kring landið.
at haldast skal fram við arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar í útflutnings- og ferðavinnuhøpi, soleiðis at vit fáa greiðan kappingarsamleika.
at ein yvirskipað ætlan fyri menning og marknaðarføring av Føroyum og ferðavinnuni verður gjørd, so hon kann gerast vinnuligt íkast fyri alt landið.
Sum høvuðspartaeigari í Smyril Line hevur Føroya Landsstýri nú ein góðan møguleika at vísa, um samagongan meinar nakað við hetta, sum stendur í samgonguskjalinum.










