Spanska stórfelagið, sum farna kappingarár bæði vann sponsku La Liga og Champions League kappingina, hevur í ár havt eitt lutfalsliga skuffandi kappingarár. Gott nokk hava úrslitini seinastu tíðina verið betri enn í byrjanini, men sum heild er Real Madrid alt ov langt vekk frá Barcelona á fremsta plássinum í bestu sponsku deildini.
Tí er væntandi, at nógvar broytingar vera framdar í leikarahópinum hjá Real Madrid til komandi kappingarár, umframt at framtíðin hjá venjaranum, Zinedine Zidane, heldur ikki tykist heilt trygg.
Og sambært spanska blaðnum, Don Balon, eru tað serliga tvær heimsstjørnur, ið Real Madrid hevur í huganum at fáa fatur á. Teir eru brasilski Neymar í Paris Saint Germain, og toppskjúttin hjá Liverpool, Mohamed Salah.
Eisini hava leikarar sum Robert Lewandowski og Harry Kane verið settir í samband við Real Madrid, men tað tykist meira ósannlíkt at teir fara at skifta frá ávikavist Bayern Munchen og Tottenham. Sambært Don Balon er Real Madrid forsetin, Florentino Perez, meira tryggur um, at Real Madrid kann fáa fatur á Neymar og Mohamed Salah.
Don Balon skrivar, at ætlaðu keypini hjá Real Madrid, skapa ótta hjá FC Barcelona til komandi kappingarár. Í løtuni er FC Barcelona 15 stig frammanfyri Real Madrid í sponsku deildini.