Vilja hava Náttarravnar í Suðuroy

Stig verða nú tikin til at økja um tryggleikan í náttarlívinum í Suðuroy. Tað hendur, nú ætlanin er at stovna Náttarravnar í Suðuroy.

- Seinastu 12 árini hava Náttarravnarnir havt ein týðandi leiklut við at økja um tryggleikan í náttarlívinum fyri ung í Norðurlondum, sigur Niels Hammer av Tvøroyri, sum er stigtakari.
Hann sigur, at í løtuni hava Náttarravnarnir feløg í Tórshavn, Grønlandi, Danmark, Noregi og Svøríki v.m.
- Tað hevur víst seg, at har sum Náttarravnarnir eru tilstaðar í náttarlívinum, er eini 50% minni av herverki, harðskapi og øðrum ólevnaði.
Fríggjakvøldið 18. november klokkan 17 verður kunnandi fundur í Miðnámsskúlanum í Hovi um at stovna Náttarravnar í Suðuroy.
Á fundinum fara Dan Taxbølm, vegleiðari hjá donsku náttarravnunum og Niels Hammer, at greiða frá hvussu Náttarravnar arbeiða.
Leygardagin verður so skeið fyri teimum, ið vilja vera náttarravnur í Suðuroy. Áðrenn skeiðið byrjar, verður Náttarravnarfelagið í Suðuroynni stovnað.
Hugsjónin hjá Náttarravnunum er, at hava eitt lið av sjálvbodnum, sum skapa tryggleika hjá børnum og ungum í nærumhvørvinum.
- Náttarravnar hava fimm ófrávíkiligar treytir, sum teir arbeiða eftir. Ein tummilsregla er, at teir leggja aldrin upp í bardagar og ófrið, men heldur royna teir fyribyrgja hesum við at vísa ábyrgdarfullan atburð og vanligt skynsemi. Er tørvur á tí, senda teir boð eftir professionellari hjálp. Ein onnur treyt er, at teir læna ongantíð pening og teir fylgja ongantíð fólki til hús
- Ein náttarravnur er úti í náttarlívinum 5-10 ferðir um árið, og hvør túrur varir 3-4 tímar, sigur Niels Hammer.