Vilja hava nýggja málsviðgerð

Í skrivi til Kappingarnevndina hjá FSF heitir KÍ nú á nevndina um at taka málið viðvíkjandi spæliloyvinum hjá Christiani Restorff Mouritsen upp til nýggja viðgerð.

Sambært reglunum hjá FSF kunnu avgerðir hjá Kappingarnevndini um spæliloyvi ikki kærast til Aga- ella Yvirkærunevndina, men Aganevndin hevur tó heimild til at taka málið upp av sínum eintingum.

Tí heitir KÍ í skrivinum á Kappingarnevndina um at lata Aganevndina taka støðu til málið. Eisini biður KÍ um, at spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen verður afturkallað, til nýggj avgerð er tikin í málinum.

KÍ hevur ført fram, at tey undir ongum umstøðum vilja lata málið fara fram við uttan víðari, og tí er brævið til Kappingarnevndina helst fyrsta stigið av fleiri møguligum, sum KÍ umhugsar. Eydnast tað ikki at fáa Aganevndina at taka málið upp til viðgerðar, er einasti møguleikin hjá KÍ, at fáa altjóða ítróttardómstólin at taka málið upp til viðgerð, men tá er talan um drúgva og møðandi process, so ivaleyst stendur hetta seinast í røðini av tí, sum klaksvíkingar hava í umbúna.