Bretskir politikkarar byrja at tosa um eina nýggja fólkaatkvøðu um ES spurningin.
Hóast umleið 52% av veljarunum valdu at fara úr ES í summar, so eru enn nógv ivamál, ið enn standa óloyst í málinum.
Millum annað er enn ógreitt hvørja avtalu Bretland fær við ES tá ella um tey fara. Millum lítlar og ongar ábendingar hava verið hesum viðvíkjandi.
Eisini kom ein dómur frá hægsta rætti, ið segði, at tingið skuldi eisini spyrjast hvørt tey vórðu sinnað at fara, tí broytingin hevði við sær grundleggjandi broytingar fyri Bretland og bretska fólkið.
Nú siga fleiri, at tá Bretland hevur fingið eina semju um treytirnar at fara úr ES uppá pláss, eigur tað at leggjast fyri fólkið. Tað er ikki vist, at vongurin, ið vildi fara úr ES, kann yvirhalda síni lyftir, sum tey góvu uppundir fólkaatkvøðuna. Millum annað var nógv tosa um at tálma fólkaflytingina millum lond.
Tí siga fleiri nú, fyrrverandi forsætismálaráðharrarnir John Major og Tony Blair eru teirra millum, at ein nýggj fólkaatkvøða skal til, tá ein avtala fyriliggur.
ES myndugleikar hava annars sagt, at tey vilja virða úrslitið av fólkaatkvøðuni, eins og stjórnin í Bretlandi eisini hevur sagt. Tí er ósannlíkt, at hetta gerst veruleiki.
Tað er ósemja um tað gott fyri Bretland at fara úr ES ella ikki. Fíggjarmarknaðurin hevur ávarða harliga ímóti meðan bretska fiskivinnan hevur verið glað fyri broytingina. Tey siga, at nú fáa tey endiliga ræðisrættin aftur yvir havið kring bretsku oyggjarnar.