Vilja hava Morten Olsen frá

Fleiri danskir fjølmiðlar halda, at Morten Olsen skal fara úr starvinum sum danskur landsliðsvenjari í fótbólti, eftir at Danmark leygardagin tapti fyri Spania, og harvið misti møguleikan fyri at sleppa til EM-endaspælið næsta summar. Ekstrablaðið heldur, at trýstið á Morten Olsen bara fer at vaksa, og at tað fer at órógva næstu undankappingina. Tí skal ein nýggjur maður leiða liðið, heldur blaðið.