Býráðið í italska býnum Firenze vil hava tann kenda málningin Mona Lisa hjá Leonardo da Vinci við á eina framsýning har í 2013, tí tá eru hundrað ár, síðani málningurin var í Italia seinast.
Í 1911 varð málningurin stolin av savninum Louvre í París, men tjóvurin varð tikin í Italia tvey ár seinni, tá hann royndi at selja hann. Eitt tíðarskeið var málningurin sýndur fram í Firenze, áðrenn hann varð sendur aftur til Fraklands, og síðani hevur hann verið á Louvre, sum eigur hann.
Tað er ikki greitt, hvat leiðslan á Louvre fer at siga um italsku áheitanina um at fáa Monu Lisu til Firenze. Fransmenn og italiumenn hava leingi keglast um, hvar málningurin eigur at vera av røttum. Hildið verður, at sa Vinci byrjaði at mála hann í Italia, men at hann gjørdi verkið liðugt í Fraklandi.
Mona Lisa hevur verið og ferðast fyrr, seinast til eina framsýning í Tokyo í 1974.