Í dag fingu klaksvíkar ein minnisvarða um eina merkiskvinnu. Og nú fáa havnarfólk kanska eisini ein minnisvarða yvir merkiskvinnu.
Tað er Gunvør Balle, býráðslimur í Havn, og forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráð, sum hevur reist málið um at at fáa ein minnisvarða yvir merkiskvinnuna, Andreu Árting, sum var virkin í fakfelagsrørsluni, í politikki, og eisini í ótrótti.
Í 1937 varð Andrea Árting vald til forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum nýliga varð stovnað, og eitt av stórmálunum, hon stríddist fyri, var, at kvinnur skuldi fáa somu løn, sum menn.
Í meiri enn ein mansaldur varð hon ímyndin av fakfelagsrørsluni í Føroyum og í 1977 rakk hon loksins málinum um at at kvinnur skuldi fáa somu løn sum menn.
Sama ár legðgi hon fráslr sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, 85 ára gomul.
Tað var eisini hon, sum tók stig til at fáa konufólk at rógva kapp í Føroyum, tí áðrenn tað, var kappróður ein mannfólkaítrótt burtur av.
Røddir hava av og á verið frammi um at reisa eina standmynd av henni og nú ætlar Tórshavnar Býráð at taka stig til eitt Havnar Arbeiðskvinnufelag, og onnur áhugað, um at gera ein minnisvarða um Andreu Árting.
Býráðið heldur, at standmyndin av henni hevði staðið væl í Steinatúni, sum er mitt í býnum og har nógv fólk er.
– Tað hevði klætt Tórshavnar kommunu væl at reist eina standmynd av hesi serstøku kvinnu, sum stríddist so íðuliga fyri rættindunum hjá kvinnum, sigur býráðið.
Síðani hevur umsitingin í býráðnum verið í samband við nøkur fakfeløg um at vera við í ætlanini og ábendingar eru um, at tað helst ber til.
Og nú skal býráðið so taka støðu til um 100.000 krónur skulu játtast til at fáa gongd á ætlanina.