Vilja hava Merkið í tingsalin

Meirilutin í mentanarnevndini hjá løgtinginum tekur undir við, at Merkið fær hóskandi pláss í tingsalinum. Sjálvstýrisflokkurin legði uppskot fram um, at føroyska flaggið skal hanga í tingsalinum. Og hesum uppskoti tekur meirilutin í mentanarnevndini undir við. Í meirilutanum eru Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann, Marjus Dam og Sámal Petur í Grund.

Minnilutin, sum er Magni Laksáfoss, Eyðgunn Samuelsen og Sjúrður Skaale, heldur ikki, at tað er løgtingið sjálvt sum skal gera av, hvat skal hanga uppi í tingsalinum. Tað skal formansskapurin taka støðu til, og tí taka tey ikki undir við uppskotinum.