Næsta ár verður val til týska samveldisdagin, og meiningakanningar vísa, at flestu týskarar vilja hava Angelu Merkel at halda fram sum kanslari.
Ein nýggj kanning, sum blaðið Der Spiegel hevur gjørt, vísir, at 53 prosent vilja hava Merkel at halda fram, og at 38 prosent vilja hava sosialdemokratin Peer Steinbruck at loysa hana av.
Sama kanning vísir, at 39 prosent ætla sær at velja teir kristiligu demokratatnar, og at 30 prosent fara at velja sosialdemokratarnar.
Men hóast Merkel er væl umtókt, fær stjórnin hjá henni eitt vánaligt skoðsmál frá fólki. Næstan 70 prosent siga, at stjórnin leggur ov stóran dent á búskaparmál og ov lítlan dent á gerandisdagin hjá fólki, og 65 prosent siga, at stjórnin ger ov lítið fyri at leggja lunnar undir komandi ættarlið.
Annars vísir kanningin hjá Der Spiegel, at teir fríu demokratarnir kunnu rúka úr tinginum næsta ár. Á seinasta vali fekk flokkurin næstan 15 prosent av atkvøðunum, men nú fær hann minni enn fimm prosent, sum er minsta mark fyri at fáa umboð í samveldistinginum í Berlin.










