Vilja hava mentanarhús í Runavík

Men felagið situr ikki á teirri latu síðuni, hóast ætlaða mentanarhúsið í kommununi dregur út. Felagið tekur lut í Eystanstevnuni og skipar annars fyri ymiskum mentanarligum tiltøkum gjøgnum árið

Eystanstevna

Endurstovnaða Mentanarhúsfelagið í Runavíkar kommunu hevur, síðani vit høvdu Eystanstevnu í fjør, miðvíst arbeitt við málsetninginum at byggja eitt mentanarhús í kommununi.
Felagið hevur fingið Eyðun Petersen, arkitekt, at gera eina tekning og model av einum komandi mentanarhúsi í Runavík.
- Tað er einki at dylja yvir, at ætlanin hevur verið frammi um at byggja á sama øki, sum Runavíkar skúli skal byggjast á, nevniliga vestanfyri Løkin í Runavík.
Kári Thorsteinsson, formaður í Mentanarhúsfelagnum, sigur, at nevndin framvegis er í tí støðu, at bíðað verður eftir, at myndugleikarnir taka eina støðu til, hvat skal henda við økinum við Løkin.
- Sum støðan er, hava vit eina ætlan, sum vit kunna byggja víðari á, har ein tekning og eitt model eru til taks. Hesum ætla vit at arbeiða víðari við.
Hann vísir á, at Mentanarhúsfelagið hevur gjøgnum árið og millum Eystanstevnurnar skipað fyri fleiri mentanartiltøkum, eitt nú fyrilestrum og øðrum, men undirtøkan frá fólkinum hevur tíverri ikki verið serliga stór ? og ógvuliga fá fólk hava verið til hesi tiltøk.
- Og tó. Okkurt tiltak hevur eydnast væl, ikki minst konsertin við 17 sangarum og Suð, har eini 150 fólk møttu.
Kári heldur, at fara fólk at taka eins væl undir við einum slíkum tiltaki framyvir, er einki at ivast í, at felagið hevur tørv á størri og betri egnaðum hølum.
- Tað er einki yvir at dylja, at okkum veruliga vanta hølir til slík tiltøk, sum tykjast at hava stóran áhuga millum fólk, sigur Kári.

Tekur lut

Aftur í ár er Mentanarhúsfelagið ein partur av teimum tiltøkum, sum skipað verður fyri á Eystanstevnu.
- Vit vóru við fyri aðru ferð í fjør og høvdu fleiri góð tiltøk við, sum ikki hava verið partur av stevnunum áður.
Hann vísir á, at Mentanarhúsfelagið skipaði fyri stórari uttandura konsert á økinum omanfyri Brotið og fyri stevnukabarett í Glyvra skúla.
- Stevnukabarettin var stak væl dámd í fjør, og nógv fólk vóru til kabarettirnar.
Aftur í ár verður skipað fyri stevnukabarett og hevur ein bólkur arbeitt miðvíst við ætlanini í eina tíð.
- Vit hava skilt, at nógv fólk gleða seg til tiltakið aftur í ár, sigur Kári.
Sum siður hevur verið í mong ár, endar Eystanstevnan við kvøldsetu í Ítróttarhøllini í Runavík.
Ein bólkur hevur tikið sær av at fáa eina sera spennandi skrá upp at standa.
Formaðurin í Mentanarhúsfelagnum væntar, at kvøldsetan aftur í ár verður á einum rættliga høgum støði, har innihaldið bæði verður tónleikur, sangur og skemt.
Kvøldsetan vendir sær til ein sera breiðan skara av fólkinum, bæði til gaman og álvara.
- Vit vóna, at nógv fólk koma til kvøldsetuna, sum verður í Ítróttarhøllini í Runavík, sunnukvøldið, 12. juni kl. 21. Vit fara í hvussu er at gera okkara til, at hetta verður ein góð kvøldseta, sigur Kári Thorsteinsson, sum vegna Mentanarhúsfelagið ynskir øllum eina góða Eystanstevnu.