Býráðið á Ísafirði í Íslandi vil hava fiskimálaráðharran at geva flotanum loyvi til at veiða meiri tosk enn ta ásettu kvotuna. Í einum uppskoti, sum býráðið hevur samtykt, stendur, at sambært teimum seinastu kanningunum er toskastovnurin so mikið væl fyri, at tað ber væl til at lata flotan fiska minst 50.000 tons av toski afturat teirri ásettu kvotuni í ár. Býráðið á Ísafirði heldur, at kreppan í íslendska búskapinum eigur at eggja fiskimálaráðharranum til at ganga áheitanini á møti.