Tey tímaløntu í Føroyum skulu hava meiri í løn.
Tað heldur Føroya Arbeiðarafelag.
Sáttmálin ímillum arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevararnar gongur út 30 apríl. Og Ingeborg Vinther sigur, at ætlanin er at siga hann upp, so at samráðingar kunnu takast upp um ein nýggjan sáttmála.
Uppsagnarfreistin er fýra mánaðir, so uppsøgnin verður send arbeiðsgevarunum nú fyri nýggjár.
Og hon váttar, at eitt av høvuðskrøvunum í teimum komandi samráðingunum, verður at tímalønin skal hækka.
- Hesi bæði seinastu árini eru prísirnir farnir nokk so fitt upp og tí er stundin komin til at tímalønin hjá vanligum verkafólki hækkar einaferð afturat fyri at byrgja upp fyri tí, sigur Ingeborg Vinther.
Hon nevnir ikki minst, at oljan er dýrkað rættiliga nógv, men allar príshækkingarnar gera, at tímalønin er afturútsigld.
- Men hvussu stór lønarkrøvini verða, er ómøguligt at siga nakað um enn.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hava samstarvað nógv hesi seinastu árini. Og eisini Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, staðfestir, at sáttmálin verður sagdur upp.
- Tað er ongin ivi um, at tímalønin skal upp, tí hesi seinastu árini eru prísirnir hækkaðir nógv og fylgir tímalønin ikki við, verður hon afturútsigld, sigur hann.
- Vit noyðast at hyggja eftir gongdini í samfelagnum hesi seinastu árini. Hendan gjøgnumgongdin fer so at verða grundarlagið undir krøvunum til arbeiðsgevararnar.
- Men vit fara bara at seta veruleikakend krøv, leggur hann afturat.
Men hann ivast heldur ikki í, at onnur krøv verða eisini, eitt nú í sambandi við viðbøtur.
Hans Joensen sigur, at ætlanin er at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag fara til samráðingar við felags krøvum, men hann vónar, at øll arbeiðarafeløgini kunnu samstarva og samráðast við arbeiðsgevarar í felag.
- Tað hevði tænt arbeiðaragjøldini best, staðfestir hann.
Hinvegin hevur Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki tikið støðu.
Vígdis Johannesen, forkvinna, sigur kortini, at hon væntar, at felagið fer at siga sáttmálan upp.
- Tað hava vit altíð gjørt, tí tað eru altíð onkrir batar, sum kunnu gerast í sáttmálanum, so tað vænti eg eisini, at vit fara at gera hesuferð.
Og hon sigur, at uttan iva verður lønarhækking eitt krav, tí tað gongur alsamt framá í samfelagnum og tað eigur eisini at síggjast aftur í tímalønini.
Klaksvíkingar ivasamir
Hinvegin eru klaksvíngar meiri ivasamir. Hvørki Klaksvíkar arbeiðsmannafelag ella –kvinnufelag, hava gjørt av um tey fara at siga sáttmálan upp, ella ikki.
Men fundur hevur verið í báðum feløgunum og tey báðar nevndirnar hava fingið heimild frá limunum at siga sáttmálararnar upp.
Um hendan heimildin so verður brúkt, er ikki greitt enn.
Dia Reyðberg, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, sigur fyri egnu rokning, at hann vónar, at sáttmálin verður sagdur upp. Og hann vónar eisini, at øll arbeiðarafeløgini kunnu samansjóðað krøvini til arbeiðsgevararnar og samráðast saman.
- Tað verður neyvan, at feløgini fara til arbeiðsgevararnar, hvør við sínum krøvum. Vit plaga at samansjóða samráðingarnar og tað gera vit helst eisini hesuferð, sigur hann.
Hanna Isaksen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at enn er støða ikki tikin til um sáttmálin verður sagdur upp, so hon fær onki sagt enn.