Vilja hava meira vitan um ADHD-heiligvág

Tað harmar felagið, at summi misbrúka heiligvágin

Fyri hvørt ár verður meira og meira ADHD-heiligvágur útskrivaður í Føroyum, serliga av slagnum Ritalin. Júst hetta slagið er eisini kent millum ung, sum heiligvágur, ið kann misnýtast, til dømis sum partur av býarlívinum. Í Sosialinum ávarar Martin Kúrberg, leiðari á viðgerðarstovninum Frælsi, um, at alsamt fleiri ung eru byrjað at misnýta recept-heiligvág.

 

Um tað er ein samanhangur millum misnýtsluna og øktu generellu nýtsluna, er ikki vist. At meira heiligvágur verður útskrivaður vísir allarhelst, at fleiri og fleiri fólk blíva útgreinað. Tað roknar Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum við. Men í felagnum eru tey væl vitandi um, at heiligvágurin kann og verður misnýttur, og tað harmar tey nógv, tí tað er ikki tað, hann skal brúkast til.

 

Nú hevur ADHD-felagið so sett sær fyri at finna tøl, sum lýsa støðuna við ADHD-heiligvági, fortelur Bjørg Dam. Hagtøl skulu fáast til vega frá Apoteksverkinum, sum hagfrøðingar síðani skulu sleppa at greina fyri so at samanbera við tøl uttanlands.

 

ADHD-felagið vil eisini finna útav, hvussu nógv eru útgreinað í Føroyum. Harumframt vilja tey fáa vitan um, hvat tað er fyri heiligvágur, ið verður útskrivaður. Tað er til dømis ikki allur heiligvágur, ið kann misnýtast, og felagið vónar, at man fer at fokusera meira uppá at útskriva hetta slagi av heiligvági.

 

Bjørg Dam roknar við, at kanningin verður liðug seinni í hesum árinum.