Vilja hava meira lív í Setrið

- Vit vilja hava nøkur tiltøk, ið skapa eitt sindur av lív á Setrinum, sigur Ráð Teirra Lesandi.

Hósdagin 19. desember høvdu umboð fyri lesandi úr øllum deildunum fund við leiðsluna, og har varð næmingaráð fyri øll lesandi á Fróðskaparsetur Føroya formliga sett á stovn. Navnið bleiv Ráð Teirra Lesandi.

 

Fyri henda fund hevði fyribils ráðið tveir fundir, og síðani formligu stovnsetanina hevur ráðið havt fund við eitt nú MFS, vegleiðaratoymið á Setrinum og leiðsluna.

 

- Fyri at tað skal geva meining at hava eitt virkið Ráð Teirra Lesandi fyri allar deildirnar, hava vit tikið evni upp eftir áhuga frá øllum deildum, og síðani eru vit komin fram til nakrar raðfestingar, ið allar deildirnar ynskja at arbeiða fyri - 

 

* Lív í Setrið! Vit hava avgjørt at arbeiða fyri at hava nøkur tiltøk, ið skapa eitt sindur av lív á Setrinum. Tí hava vit avgjørt at byrja við eini mini-Seturskafé, ið verður komandi fríggjadag 4. apríl í nýggju hølum okkara á Bókbindaragøtu 8 klokkan 20 (sí annars síðuna hjá Ráð Teirra Lesandi á facebook)

 

* At fáa næmingarnar skipaðar úti á deildunum. Hetta vilja vit gera við at arbeiða fyri, at allar deildirnar skipa hvør sítt virkið Ráð Teirra Lesandi (næmingaráð), ið arbeiðir fyri áhugamálini hjá lesandi á teimum ymsu deildunum.

 

Ráð Teirra Lesandi sigur, at tey eisini hava arbeitt við at fáa høli til lesandi og til ráðið, og har hava tey verið so heppin at fáa fatur á góðum hølum á Bókbindaragøtu 8, har bæði er køkur og stór rúm, ið eiga at rigga væl til ymiskt sosialt og fakligt virksemi.

 

Tað er Turid Christophersen (mynd), sum er forkvinna í Ráð Teirra Lesandi.