Klaksvík: Norðoya Tjóðveldisfelag hevur nú tikið ítøkilig stig til, at politisku lokalfeløgini í Norðoyggjum fara at samstarva.
Í einum brævi, sum er sent øllum politisku feløgunum í Norðoyggjum, leggur Norðoya Tjóðveldisfelag upp til tvørpolitiskt samstarv á teimum økjum, sum eru serliga átrokandi fyri Norðoyggjar.
? Mál sum Klaksvíkar Sjúkrahús, undirsjóvartunnil, eldrarøkt og KT-vinna eru eftir okkara tykki uppløgd evni at taka til viðgerðar tvør- og lokalpolitiskt, sigur Norðoya Tjóðveldisfelag.
Uppskot um evni
Norðoya Tjóðveldisfelag heitir á hini lokalfeløgini í Norðoyggjum um at koma við hugskotum um samstarvsøki sum skjótast og innan 22. mai.
Síðani ætlar tjóðveldisfelagið at kalla inn til ein felagsfund, har allar nevndirnar møta.
? Tað er okkara vón og ynski, at feløgini, hóast tey eru ymisk, kunnu samstarva Norðoyggjum at frama, sigur Norðoya Tjóðveldisfelag.









