Vilja hava »lógvataks-hátíðarhald« fyri ríkisborgarskapi

Eitt lógvatak vísir, at tú hevur tikið Danmark við tær, heldur Inger Støjberg úr danska Vinstraflokkinum, sum vil seta slíkt hátíðarhald í verk

Eitt lógvatak vísir, at tú hevur tikið Danmark við tær, heldur Inger Støjberg úr danska Vinstraflokkinum, sum vil seta slíkt hátíðarhald í verk.

 

Stjónrin boðar nú frá sínum greiða boðskapi í sambandi við kjakið um lógvatak.

 

Útlendingar skulu í framtíðini geva lógvatak undir serligum hátíðarhaldi, áðrenn tey fáa danskan ríkisborgararætt.

 

– Lógvatakið er tann mátin, sum vit heilsast í Danmark. Tí er tað púra nátúrligt partur av einum slíkum hátíðarhaldi, sigur Inger Støjberg, sum er útlendinga- og integratiónsráðfrú í donsku stjórnini, við Jyllands-Posten.

 

Hátíðarhaldið er ein partur av eini ríkisborgararætts-avtalu, sum stjórnin, Danski Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava gjørt. Politiska avtalan varð gjørd í juni, men er nústani endaliga upp á pláss í einum lógaruppskoti.

 

Her framgongur, at »eitt ella fleiri umboð frá kommununi í sambandi við hátíðarhaldið hittast andlit til andlits við luttakararnar og taka lógvatak saman við teimum«.

 

Tað skal vísa, at tey »hava tikið danska samfelagið og donsk virði til sín«.

 

Inger Støjberg leggur upp til, at tað er borgarstjórin í kommununi, sum skal standa fyri hátíðarhaldinum.

 

Tað ljóðar sum eitt tápuligt hugskot, heldur Eik Dahl Bidstrup, sum er borgarstjóri í Dragør fyri Vinstraflokkin.

 

– Eg haldi ikki, at tað er serliga liberalt. Eg haldi ikki, at tú skal tvingast til hvørki at taka lógvatak ella at standa á høvdinum, sigur hann við Jyllands-Posten.

 

Kjak stóðst um lógvatakið í sambandi við hátíðarhaldið, eftir at eitt muslimskt par ikki fekk ríkisborgararætt í Sveis, tí parið noktaði at taka lógvatak við mótsætta kyninum.

 

Tað fekk Dansk Fólkeparti og Konservativu at seta krav um, at tey sum partur av hátíðarhaldinum í Danmark skuldu taka lógvatak, um tey skuldu hava ríkisborgararætt.

 

/ritzau/