Vilja hava løgmann vigaðan beinanvegin

Tað kann ikki bíða til á ólavsøku, men eigur at verða avgreitt sum skjótast

Nú hava allir flokkar, og øll tingfólk fingið eina áheitan um at taka undir við, at løgtingið verður kallað saman beinanvegin at viðgera støðuna hjá løgmanni, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni í innlendismálum.

 

Teir tríggir floksformenninir, Aksel V. Johannesen úr Javnaðaflokkinum, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Poul Michelsen úr Framsókn, hava havt fund í morgun, har teir hava viðgjørt støðuna, nú formansskapurin í Løgtinginum hevur gjørt av, ikki at kallað tingið saman at viðgera úrslitið av kanningini hjá Gammeltoft. Í kanningini staðfestir Gammeltoft, at løgmaður hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum, og at Kári P. Højgaard hevur fjalt upplýsingar fyri løgtinginum í sambandi við Eysturoyartunnilin.

 

Formansskapurin er samdur um, at teir eiga at fáa eina átalu fyri lógarbrotini, og tey verða løgd fyri løgtingið eftir ólavsøku.

 

Men tað halda teir tríggir andstøðuleiðararnir er ov leingi at bíða, og tí hava teir nú heitt á allar flokkar, og øll tingfólk um at taka undir við, at løgtingið verður kallað saman beinanvegin, at viðgera støðuna.

 

Í hesum sambandi hugsa teir ikki bara um átaluna, men eisini um, hvørjar politiskar avleiðingar, tað annars skal fáa fyri løgmann, at hann hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum.

 

- Vit halda, at besti mátin er at senda øllum flokkum hesa áhetanina, tí hetta er eitt mál ímillum løgmann og alt Løgtingið, sigur Høgni Hoydal, nú eftir fundin.

 

Hann sigur, at nú mugu flokkarnir so viðgera áheitanina, og boða frá, hvør niðurstøðan er.

 

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava 12 tinglimir. Tað skulu 14 tinglimir til fyri at fáa Løgtingið kallað saman, men teir vildu ikki ringja til ávís tingfólk fyri nettupp at leggja dent á, at hetta er eitt mál fyri alt Løgtingið, sigur Høgni Hoydal.